Flóðalda kostar 429 mannalív

Flóðalda kostar 429 mannalív
Almenna talið av deyðum eftir flóðaldu í Indonesia er nú komið upp á 429 fólk, og 128 fólk framvegis ikki komin afturíaftur
 
25.12.2018 - 10:37

Almenna talið av deyðum eftir flóðalduna, sum hevur rakt Indonesia, er nú komið upp á 429 fólk. Harumframt eru 128 fólk framvegis ikki komin afturíaftur.

Sambært myndugleikunum á staðnum hava eisini okkurt um 1500 fólk fingið skaða. Bjargingarlið á staðnum óttast, at talið av deyðum fer at økjast enn meira.

Flóðaldan rakti Sundaoyggjarnar í Indonesia leygarkvøldið, lokala tíð. Harðast raktu økini vóru strendurnar í Pandeglang, Serang og Lampung, sum liggja í Sundastrætinum millum Java og Sumatra.

Fólk í túsundatali eru flutt burtur úr økinum av trygdarávum, skuldi ein flóðalda afturat rakt økið. 

Í gjár vitjaði indonesiski forsetin, Joko Widodo, vanlukku raktu økini, har fólk framvegis ikki eru komin afturíaftur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040