Framstig eru í viðurskiftunum millum USA og Kina

Framstig eru í viðurskiftunum millum USA og Kina
Tað sigur Donald Trump forseti, nú ein linni er í handilskrígnum millum londini.
Donald Trump, forseti
Mynd: savnsmynd  
 
30.12.2018 - 11:12

Stór framstig eru hend í viðurskiftunum millum USA og Kina.

Tað sigur amerikanski forsetin Donald Trump, hóast londini í ár hava ført handilskríggj hvørt ímóti øðrum við tollhækkingum.

Fyrr í hesum mánaðinum samdust londini tó um at steðga á og bíða við nýggjum handilstiltøkum. Endamálið er at samráðast um støðuna.

Donald Trump segði, at hann og kinesiski forsetin, Xi Jinping, tosaðu saman í gjár, og at samráðingarnar landanna millum ganga væl.

Amerikanski forsetin nevndi tó ikki, hvørji framstig vóru gjørd.

Almenna kinsesiska tíðindastovan hevur í sínum lagi váttað, at forsetarnir hava tosað saman, men orðaði seg annars varðisliga um støðuna.

Donald Trump lovaði í valstríði sínum upp undir forsetavalið, at fáa størri javnvág í handilin millum USA og Kina.

Kina leggur forðingar fyri USA

Kina hevur í áravís sent nógv fleiri vørur á amerikanska marknaðin, enn landið hevur innflutt úr USA.

Amarikanarar siga, at Kina hevur lagt forðingar í vegin fyri amerikanskum vørum í Kina, og tað hevur ávirkað kappingarførið hjá USA á kinesiska marknaðinum til frama fyri kinesiskar vørur. 

Síðani juli mánað hevur USA lagt toll á kinesiskar vørur. Tilsamans er talan um virði uppá 250 milliardir amerikanskar dollarar. Kina hevur svarað aftur við at leggja toll á vørur úr USA, sum tilsamans hava virði uppá 110 milliardir dollarar.

Amerikanski og kinesiske forsetin hittust eftir G20 fundin í Buenos Aires fyrr í hesum mánaðinum.

Har segði Donald Trump seg vera til reiðar at steðga á og ikki hækka tollin á vøru úr Kina úr 10 upp í 25 prosent, sum USA ætlaði at gera frá 1. januar at rokna.

Afturfyri skuldi Kina keypa stóra mongd av landbúnaðarvørum, ídnaðarvørum og vørum til orkuendamál úr USA. Enn er avtalan tó ikki liðug at undirskriva.

Samráðingarnevndir fyri londini fara komandi vikurnar at arbeiða uppá innihaldið í avtaluni, verður sagt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358