Misálit á May fall

Misálit á May fall
Misálitisváttanin á Theresu May fall. 306 atkvøddu fyri og 325 atkvøddu ímóti
Theresa May hevur fingið enn ein møguleika at finna ein leist fyri Brexit
 
16.01.2019 - 19:07

"The Noes have it!"

Við hesum orðum hjá tingformanni John Bercow, fall uppskotið um misálit á breska forsætisráðharran Theresu May. Bretska undirhúsið hevur viðgjørt uppskotið allan dag, eftir at Undirhúsið í gjár feldi Brexit-uppskotið hjá bretsku stjórnini.  Avtalan, sum konservativa stjórnin, legði fyri Undirhúsið fall við stórum meiriluta. Men eftir øllum at døma, so er útlitið til eitt Brexit uttan nakra avtalu við ES, verri enn at lata sitandi stjórnina hjá May gera enn eina roynd at samráða seg til eina betri avtalu við Brússel. 

Klokkan gongur

Tíðin er tó við at renna undan bretum, um tað ikki eydnast stjórnini at útseta Brexit, sum hevur verið ein av møguleikunum, ið seinastu dagarnar hevur verið umrøddur. Sum er nú, so er Ongland ikki longur ES limaland klokkan 11 tann 29 mars 2019. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV