Rænarar sett seg í samband við familjuna

Rænarar sett seg í samband við familjuna
Mikudagin í farnu viku settu tey, sum hava rænt norsku Anne-Elisabeth Hagen, seg í samband við familjuna, men enn eru eingin lívstekin frá kvinnuni
Anne-Elisabeth Hagen varð rænd úr heimi sínum tann 31. oktober í fjør
 
25.01.2019 - 08:42

Tey, sum hava rænt norsku kvinnuna, Anne-Elisabeth Hagen, settu seg mikudagin í farnu viku í samband við familjuna, upplýsir advokaturin hjá familjuni, Svein Holden.

Boðini komu á einum sonevndum digitalum plattformi, men advokaturin vil ikki siga hvørjum. Boð eru komin umvegis somu skipan fyrr.

Advokaturin upplýsir, at boðini eingi tekin góvu um, at kvinnan er á lívi, og heldur eingi tekin um, at tey sum sendu boðini, hava rænt kvinnuna.

Tí veit familjan framvegis ikki um hon er á lívi, og tað er tað týdningarmesta sum familjan bíðar eftir, sigur advikaturin.

Familjan vil hava at vita, um Anne-Elisabeth Hagen er á lívi. Fyrr enn tey vita tað, er ikki nógv at gera, sigur hann.

Advokaturin vildi ikki svara, tá hann varð spurdur, um boðini góvu nakrar ábendingar um, at rænararnir eru misnøgdir við, at málið nú er alment, tí rænararnir kravdu, at málið ikki varð meldað til løgregluna.

Tey sum rændu kvinnuna hava kravt útivið 70 milliónir norskar krónur í loysigjaldi, fyri at kvinnuna.

Anne- Elisabeth Hagen varð rænd 31. oktober í fjør, og síðani hevur eingin koyrt frá henni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444