Bárður á Steig Nielsen formaður í fíggjarnevndini

Bárður á Steig Nielsen formaður í fíggjarnevndini
Á fíggjarnevndarfundinum í morgun varð Ruth Vang feld sum forkvinna í fíggjarnevndini. Nýggi formaðurin er Bárður á Steig Nielsen
 
25.01.2019 - 10:38

Bárður á Steig Nielsen er nýggjur formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, eftir at fíggjarnevndin loksins hevði fund í morgun.

Ruth Vang, fyrrverandi forkvinna í fíggjarnevndini, segði annars fyri tveimum vikum síðani, at hon ikki setti nakran fund á skrá, so leingi sum støðan í nevndini var so ógreið.  

Mikudagin í síðstu viku heitti nýggi meirilutin í nevndini - tað eru Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard, Kristin Michelsen og Bill Justinusen - á Ruth Vang um at seta fund á skrá millum annað við tí fyri eyga at velja nýggjan formann í nevndini.

LES EISINI: Andstøðuumboðini vilja hava nýggjan formann

Og í morgun varð loksins kallað inn til fund, og á skránni var millum annað val av formanskapi.

Ruth Vang stóð til at fáa ein meiriluta ímóti sær, tí síðani seinasta fund er Kristin Michelsen koyrdur úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, og tí hevði samgongan ikki meirilutan longur, um Kristin velur at leggja saman við andstøðuni í nevndini.

Og so bleiv eisini í dag. Andstøðutinglimirnir í fíggjarnevndini, Jacob Vestergaard, Bárður á Steig Nielsen og Bill Justinussen fingu við hjálp frá Kristini Michelsen koppað Ruth Vang og valt nýggjan formann - Bárður á Steig Nielsen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025