Merkel: Islamskur statur er ikki niðurbardur

Merkel: Islamskur statur er ikki niðurbardur
Yvirgangsfelagsskapurin, IS, er als ikki niðurbardur, men umskapast nú til eina asymmetriska krígsmegi, eftir at IS hevur mist fótafestið í Sýria
Yvirvøka av IS er ein av fremstu raðfestingunum hjá týsku uttanríkis-fregnartænastuni, BND, sigur Angela Merkel, týskur samveldiskanslari
 
11.02.2019 - 09:50

Hendan ávaringin kemur frá týska samveldiskanslaranum, Angelu Merkel, skrivar AFP og Reuters. Hennara útsøgn er beint øvugt av fráboðanini hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum hevur sagt, at IS hevur tapt og er niðurbart.

- Lukkutíð hevur tað eydnast at reka sokallaða Islamska statin úr sínum landaøkjum, men tíverri merkir tað ikki, at IS-felagsskapurin er horvin.

IS umskapar seg til eina asymmetriska krígsmegi, og hetta er sjálvandi ein hóttan, sigur Angela Merkel og leggur afturat, at "vit eru langt burtur frá friði í Sýria."

USA fer at taka síni herfólk úr Sýria

Týski samveldiskanslarin sigur, at yvirvøka av IS er ein av fremstu raðfestingunum hjá týsku uttanríkis-fregnartænastuni, BND.

Í desember tweetaði Donald Trump, at IS var "niðurbart", og seinni boðaði forsetin frá, at USA fer at taka øll síni 2000 herfólk úr Sýria síðst í apríl mánaði. Hendan fráboðanin loypti ótta á fleiri europeiskar stjórnir, sum stúra fyri, at IS við afturtøkuni nú skal reisa seg aftur.

Í eini røðu í amerikanska Uttanríkisráðnum í síðstu viku segði Donald Trump, at amerikansku og kurdisku herdeildirnar í hesi vikuni - formliga - eiga at kunngera, at "kalifatið" nú er søga, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Andaktin
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446