Stór sveiggj í avreiðingunum

Stór sveiggj í avreiðingunum
Stór sveiggj eru í tølunum fyri avreiðingar í ársins fyrsta mánaði, tá januar í 2018 og 2019 verða samanbornir
Havtaska sæst aftur í avreiðingunum í januar.
 
22.02.2019 - 13:04

Stór sveiggj eru í tølunum fyri avreiðingar í ársins fyrsta mánaði, tá januar í 2018 og 2019 verða samanbornir.

Talan er um stórar broytingar, bæði rætta vegin og skeiva vegin.

Sambært tølunum fyri januar í ár vórðu avreidd 1487 tons av upsa, sum eru 40 prosent minni enn í fjør.

Virðið er uppaftur minni. Tað er 42,2 prosent minni enn í januar í fjør.

Men nógv meira er fiskað av toski og serliga av hýsu í ár.

Vøksturin í tonsum er ávikavist 29,7 prosent og 96,4 prosent.

Nógv havtaska 

Men størsti vøksturin er í havtaskuni. 

Hann er næstan 500 prosent, 42 tons í januar og 248 tons í ár. 

Í januar í ár vórðu avreidd 5.522 tons, 397 tons fleiri enn í fjør, 7,4 prosent.

Virðið var 66,9 milliónir krónur, 5,4 milliónir meira enn í januar í fjør. Vøksturin er 8,8 prosent.

Uppsjóvarfiskur er ikki við í avreiðingartølunum.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. februar
RagnarRokk 26.februar 2026
203954
Hósdag 26. februar
RagnarRokk: Zac Tell um Before We All Die
203953
Hósdag 26. februar
Kvørnin: "ÓJÓ", Tunghoyrt
204901
Hósdag 26. februar
Nýtt ljóð
204892
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735
Hósdag 26. februar
Bjarki: Summar
204811
Hósdag 26. februar
Emma: Kvøða til pinkubarnið
204813
Hósdag 26. februar
Jóhanna: Trúgv
204814
Hósdag 26. februar
Sophilia: Føroyingar
204816