Nú ber til at søkja um loyvi at fiska við Ísland

Nú ber til at søkja um loyvi at fiska við Ísland
Nú ber til hjá teimum, sum royna við snellu ella línu, at søkja um loyvi at fara íslendskan sjógv í ár
Línuskip kunnu nú søkja um íslandsloyvi.
 
21.03.2019 - 12:56

Nú ber til hjá teimum, sum royna við snellu ella línu, at søkja um loyvi at fara íslendskan sjógv í ár.

Kunngerðin kom í gildi á midnátt.

Føroysk skip kunnu fiska 5.600 tons av botnfiski í íslendskum sjógvi.

2.400 tons kunnu vera toskur og 600 tons brosma.

Ikki er loyvt at fiska kalva og svartkalva

Í mesta lagi 20 føroysk línuskip kunnu vera til fiskiskap í senn í íslendskum sjógvi.

Talan er um eginkvotur.

Fiskiloyvi verða latin teimum, sum fiskaðu í íslendskum sjógvi í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846