Trump: Islamskur statur skjótt niðurbardur

Trump: Islamskur statur skjótt niðurbardur
Seinasti bletturin, sum Islamski Statur hevur valdið á, verður fríaður í kvøld, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump
Seinasti bletturin, sum IS hevur valdið á, verður fríaður í kvøld, sigur amerikanski forsetin
 
21.03.2019 - 17:31

Donald Trump hevur hildið røðu í Lima í statinum Ohio. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Trump hevur kunngjørt, at Islamskur Statur er niðurbardur.

Longu 20. desember í fjør segði hann, at deildirnar, sum hava stríðst móti IS, høvdu sigrað. Fyrst í hesum mánaðinum varð sagt, at millum 1000 og 1500 IS-hermenn vóru eftir á leiðunum við býin Banghouz í Sýria.

 >> SÍ EISINI Islamskur statur fánar burtur í Sýria

Síðani hava í minsta lagi 300 IS-hermenn givið seg yvir. Donald Trump segði í desember, at USA fór at taka allar sínar 2.000 hermenn úr Sýria.

Men síðani hevur amerikanski forsetin sagt, at 400 amerikanskir hermenn verða verandi í Sýria til tess at forða fyri, at IS fær fótin fyri seg aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026