Tríggjar broytingar í byrjanaruppstillingini

Tríggjar broytingar í byrjanaruppstillingini
Landsliðsvenjarin hevur gjørt broytingar í byrjanaruppstillingini til dystin ímóti Rumenia
 
26.03.2019 - 11:01

Lars Olsen tríggjar broytingar í føroysku byrjunaruppstillingini, í mun til teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu á vøllinum móti Malta leygardagin.

Kaj Leo í Bartalsstovu og Heini Vatnsdal koma inn á miðvøllin fyri Sølva Vatnhamar og Rógva Baldvinsson.

Í álopinum avloysir Klæmint Andrasson Olsen Jákup Thomsen.

Hesir byrja inni

Gunnar Nielsen málverji
Gilli R. Sørensen høgri bakkur
Viljormur Davidsen vinstri bakkur
Atli Gregersen miðverji
Odmar Færø miðverji
Rene S. Joensen miðvøllur
Brandur H. Olsen miðvøllur
Hallur Hansson miðvøllur
Kaj Leo í Bartalsstovu  miðvøllur
Heini Vatnsdal miðvøllur
Klæmint A. Olsen álop

EM-undankappingardysturin ímillum Rumenia og Føroyar byrjar klokkan 19.45.

Sjónvarpið byrjar at senda beint eftir Dag og viku.

Á Dr. Constantin Radulescu Stadion er vanliga pláss fyri umleið 25.000 áskoðarum.

Men av trygdarávum verður bara pláss til umleið 13.000 til dystin millum Rumenia og Føroyar.

Fyriskipararnir vænta, at umleið 11.000 áskoðarar koma til dystin. Av teimum vera 25 føroyingar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391