Ávara staðiliga móti yvirtøku

Ávara staðiliga móti yvirtøku
Reiðarar á handilsskipum vilja ikki, at sjórætturin verður yvirtikin
Handilsskip
 
04.04.2019 - 12:36

Men tá tað nú kortini verður gjørt á ólavssøku næsta ár, er ógvuliga týdningarmikið og grundleggandi, at yvirtøkan ikki fær neiligar avleiðingar fyri føroyska sjóvinnu, siga reiðararnir.

Reiðarafelagið fyri handilsskip hevur gjørt Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum varuga við hetta.

Ikki lættari, tá sjórætturin er yvirtikin

Í brævi til nevndina, sum hevur málið um yvirtøkuna í løtuni, sigur felagið, at tað er løgið, at uppskotið fyrst verður lagt fyri løgtingið, áðrenn avleiðingar og tillagingar verða lýstar.

Reiðarafelagið sigur, at longu sum er hava føroyskir myndugleikar torført við at finna neyðuga orku til altjóða sáttmálar um sjóvinnu og arbeiðið við teimum. 

Tað verður avgjørt ikki lættari, tá sjórætturin er yvirtikin, sigur Reiðarafelagið fyri handilsskip.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846