Fátæk í India fáa nú ókeypis læknahjálp

Fátæk í India fáa nú ókeypis læknahjálp
Hálv milliard av teimum fátækastu fólkunum í India fáa nú ókeypis læknahjálp og góða viðgerð á sjúkrahúsunum
Fátæk fólk í India fáa nú ókeypis læknahjálp. Almenn sjúkrahús og umleið 6.000 privatar klinikkir eru við í skipanini
 
10.05.2019 - 11:43

Fyri hálvum ári síðani setti indiska stjórnin í verk heilsuátakið Ayushman Bharat, har landsins fátækastu kunnu søkja um at fáa heilsukort, sum veitir upp til 500.000 rupees, sum svarar til 47.800 krónur í stuðli til viðgerð og heilivág.

Í India eru læknaviðtalur ókeypis. Men almenni heilsugeirin er vánaligur og ovbyrjaður, tí India í fleiri ár hevur gjørt ov fáa íløgur í almenna heilsu. 

6.000 privatar klinikkir við í skipanini

Eydnast tað at fáa læknaviðtalu, skal tann sjúki kortini sjálvur rinda heilivág, og tað hava nógv fátæk ikki ráð til, heldur ikki serviðgerð ella innlegging á sjúkrahús.

Minni enn fimti hvør indari hevur teknað privata heilsutrygging, og tí verður hildið, at nýggja skipanin fer at fáa stóran týdning fyri fólkaheilsuna.

Almenn sjúkrahús og umleið 6.000 privatar klinikkir eru við í skipanini. Higartil hava meira enn 20 milliónir indarar fingið kortið, og 1,4 milliónir hava fingið viðgerð ókeypis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533