Fara til Syðrugøtu at útflyta tónleik

Fara til Syðrugøtu at útflyta tónleik
Gissur Patursson er fyrsti formaðurin í stýrinum fyri Tónleikaútflutningsstovuna
Gissur Patursson er fyrsti formaður í stýrinum fyri Tónleikaútflutningsstovuna.
 
21.05.2019 - 12:06

Gissur Patursson er fyrsti formaðurin í stýrinum fyri Tónleikaútflutningsstovuna.

Hini í stýrinum eru Mikael Blak, Fróði Stenberg og Unn Patursson.

Tónleikaútflutningsstovan, sum á enskum eitur Faroe Music Export (FMX), skal virka fyri at økja um útflutningin av føroyskum tónleiki og menna føroysku tónleikavinnuna í tøttum samstarvi við tónleikafyritøkur, tónleikarar og vinnugreinafeløg.

Tónleikaútflutningsstovan er partur av føroysku vinnuframaskipanini, og Vinnuframi fer at hjálpa henni við bókhaldi og fyrisiting.

Eysturkommuna bjóðaði seg tíðliga fram at hýsa Tónleikaútflutningsstovuni, og hon verður í Valhøll í Syðrugøtu, har sum G! festivalurin eisini hevur heimstað. 

Landsstýrisfólkið í vinnumálum setur eitt fólk í stýrið og annars verður stýrið mannað eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum, sum tilnevnir ein stýrislim, og frá tónleikavinnuni, sum tilnevnir tveir.

800.000 kr. eru í fíggjarlógini fyri 2019 til Tónleikaútflutningsstovuna. 

Ætlanin er at hækka játtanina upp í eina millión krónur næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775