Jóan Símun Edmundsson ikki við móti Spania

Jóan Símun Edmundsson ikki við móti Spania
Føroyski framherjin, Jóan Símun Edmundsson, verður ikki við til landsdystirnar ímóti Spania og Noregi
 
28.05.2019 - 09:54

Føroyska landsliðið verður uttan Jóan Símun Edmundsson, tá EM-undankappingardystirnir ímóti Spania og Noregi skulu spælast 7. og 10.juni á Tórsvølli.

Føroyski framherjin hevur boðað landsliðsvenjaranum frá, at hann er ikki tøkur, tí hann er skaddur.

Føroyska liðið skal eisini spæla við nýggjum málverja, tí Gunnar Nielsen er eisini skaddur.

Tað er eisini merkisvert, at Sonni Ragnar Nattestad ikki er úttikin. Hann hevur spælt ov lítið í seinastuni, segði landsliðsvenjarin, Lars Olsen á tíðindafundi í morgun.

Andrias Eriksen úr B36 og Jákup B. Andreasen úr KÍ eru úttiknir fyri fyrstu ferð.

Hópurin til dystirnar ímóti Spania og Noregi:

Teitur Matras Gestsson HB
Karstin Hansen  Skála
Kristian Joensen KÍ
Atli Gregersen Víkingur
Odmar Færø Ham Kam
Viljormur Davidsen Vejle
Magnus Egilsson HB
Gilli Rólantsson Sørensen SK Brann
Andrias H. Eriksen B36
Heini Vatnsdal Fremad Amager
Rene Shaki Joensen Grindavík
Hallur Hansson AC Horsens
Brandur H. Olsen FH
Rógvi Baldvinsson Bryne
Kaj Leo í Bartalsstovu Valur
Árni Frederiksberg B36
Sølvi Vatnhamar Víkingur
Meinhard E. Olsen Kristiansund
Jákup B. Andreasen KÍ
Klæmint A. Olsen NSÍ
Jákup Thomsen FH
Jóannes Bjartalíð KÍ

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391