FAS framvegis á hvíta listanum við skipum

FAS framvegis á hvíta listanum við skipum
Føroyar eru framvegis á hvíta listanum, sum er besti listin hjá evropeiska felagsskapinum fyri sjóvinnufyrisitingar, Paris Mou
 
20.06.2019 - 12:55

Felagsskapurin hevur eisini ein gráan lista og ein svartan lista. Á hvíta listanum eru 41 lond, ella flaggstatir, 18 eru á gráa listanum og 14 lond eru á svarta listanum.

Føroyar eru sum flaggstatur á 39’inda plássi hjá Paris Mou.

Fyri at avgera plássið á listanum verður hugt eftir, hvussu ofta føroysk skip eru kannað og hildin aftur í havnastatseftirliti í Evropa seinastu trý árini. 

Eina ferð færri

Skip undir føroyskum flaggi vórðu eina ferð færri hildin eftir frá 2016 til 2018 samanborið við 2015 til 2017, ávikavist átta ferðir og níggju ferðir.

Tað hevur stóran týdning fyri marknaðarføringina hjá FAS, føroyska altjóða skipalistanum, at føroyska flaggið er á hvíta listanum, sigur Sjóvinnustýrið. 

Eitt skip undir føroyskum flaggi er higartil hildið aftur í 2019, sigur Sjóvinnustýrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846