KÍ vann evropeiskan stórsigur

KÍ vann evropeiskan stórsigur
Klaksvíkingar løgdu í kvøld lunnar undir víðari luttøku í Evropa League kappingini
 
27.06.2019 - 20:53

Hóast bara fyrri dysturin hjá KÍ er avgreiddur í innleiðandi umfarinum í Evropa League, so kann man næstan við vissu siga, at KÍ hevur spælt seg víðari.

KÍ vann í kvøld heili 5-1 á Tre Fiori, sum kemur úr San Marino, í Gundadali, sum er heimavøllurin hjá KÍ í evropeiskum fótbólti.

Tað sást longu tíðliga í dystinum, at tað var greiður munur á liðunum báðum, og tá farið var til hálvleiks, var KÍ á odda 2-0.

Málini hjá KÍ í fyrra hálvleiki skoraðu Patrik Johannesen og Simen Sandmæl.

KÍ helt á at stýra dystinum, og í seinna hálvleiki økti fyrst Jonn Johannesen til 3-0 og síðani Jóannes Bjartalíð til bæði 4-0 og 5-0.

Tað eydnaðist tó Tre Fiori at koma á máltalvuna í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, tá Andrea Compagno minkaði til 5-1.

Tískil skal ógvuliga nógv til, um KÍ ikki skal koma víðari í Evropa League. Útidysturin ímóti Tre Fiori verður spældur 4.juli.

Kemur KÍ víðari, skulu klaksvíkingar møta Riteriai úr Litava í fylgjandi umfarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392