NSÍ tapti í Norðurírlandi

NSÍ tapti í Norðurírlandi
Nú sær trupult út hjá runavíkingum í Evropa League kappingini
 
27.06.2019 - 21:19

NSÍ var fyri 0-2 tapi, tá teir vitjaðu Ballymena United úr Norðurírlandi í innleiðandi umfarinum í Evropa League í kvøld.

Støðan í hálvleikinum var 0-0, men norðurírar skoraðu tvær ferðir í seinna hálvleiki.

Tá 49. minuttir vóru farnir legði Leroy Millar Ballymena United á odda 1-0, og tá 56. minuttir vóru farnir økti Jude Winchester til 2-0.

Enn eru ikki allar súður syftar, men 0-2 tapi ger, at tað verður torført hjá NSÍ at spæla seg víðari.

Runavíkingar hava tó framvegis møguleikan, og fara uttan iva eftir honum, tá teir 4.juli taka ímóti Ballymena á Svangaskarði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391