Garnaskip og pør fiska lítið

Garnaskip og pør fiska lítið
Garnaskipini og partrolararnir, sum fiska undir Føroyum, hava smáligt fiskarí, sigur Fiskamarknaðurin
Fiskamarknaðurin hevur hvørja viku eina frágreiðing um ætlaða fiskiskapin og avreiðingar
 
02.07.2019 - 10:11

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, og hitt skipið ísar fiskin. Eitt garnaskip fiskar havtasku. 

Men fiskaríið er smáligt, sigur Fiskamarknaðurin í meting sínari um hesa vikuna.

Flestu partrolararnir eru til fiskarí nú í vikuni. Teir hava eisini smáligt fiskarí, sigur Fiskamarknaðurin. Trý pør fiska gulllaks.

Fimm línuskip eru undir Føroyum. Eitt línuskip er undir Íslandi og eitt við Eysturgrønland. Tvey frystilínuskip eru við Ísland og tvey við Eysturgrønland.

Trolarar og trolbátar

Tríggir djúpvatnstrolarar eru úti. Ein fiskar stinglaks og blálongu, og hinir báðir fiska svartkalva og kongafisk. 

Trolbátarnir eru á landleiðini og fiska tosk og flatfisk. Harafturat eru tveir trolbátar norðanfyri og fiska tosk og hýsu, men teir hava smáligt fiskarí har. 

Um útróður sigur Fiskamarknaðurin, at streymurin er harður hesa vikuna. Men veðrið verður hampuligt, so helst rør onkur út. Útróðrarbátarnir fáa mest tosk og hýsu og nakað av hvítingi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846