Iran tilreiðar at tingast við treytum

Iran tilreiðar at tingast við treytum
Iran er tilreiðar at tingast við USA, um amerikanska stjórnin setir tiltøkini móti Iran úr gildi og aftur verður partur av kjarnorkuavtaluni
Uttanríkisráðharrarnir í ES hittast í dag fyri at tingast um støðuna við kjarnorkuavtaluni við Iran
 
15.07.2019 - 09:45

Tað segði Hassan Rohani, forseti í eini røðu í iranskum sjónvarpi í gjár. Men amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo vísir aftur, at hetta er ein møguleiki.

Hann sigur við Washington Post, at talan er um sama tilboð, sum Rohani gav fyrrverandi uttanríkisráðharranum, John Kerry, og Barack Obama, forseta, seinasta valskeið í USA.

Umrøða kjarnorkuavtaluna í dag

– Trump forseti eigur sjálvandi avgerðina, men hetta er slóðin, sum seinasta stjórnin valdi at fara, og hon endaði við kjarnorkuavtaluni, sum núverandi stjórn, Trump forseti og eg sjálvur halda vera eina vanlukku, sigur uttanríkisráðharrin við Washington Post.

Frakland, Bretland og Týskland almannkunngjørdu í gjár eina felagsyvirlýsing, har londini mæla øllum pørtum til at fara aftur til samráðingarborðið fyri at forða fyri øktum spenningi í Miðeystri.

Uttanríkisráðharrarnir í ES hittast í dag fyri at tingast um støðuna við kjarnorkuavtaluni við Iran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595