Enn ein skottilburður í USA

Enn ein skottilburður í USA
USA er rakt av enn einum skottilburði. Níggju fólk eru dripin í einum skottilburði í amerikanska býnum Dayton
Hetta er aðru ferð innan eitt samdøgur, at ein ógvisligur skottilburður fer fram í USA
Mynd: AP  
 
04.08.2019 - 15:00

Níggju fólk eru dripin í einum skottilburði í amerikanska býnum Dayton, og 16 onnur fólk eru særd, skrivar Ritzau. Tað váttar løgreglan í statinum Ohio, sambært tíðindastovuni.

Boðini um skottilburðin í Ohio komu bara fáar tímar eftir, at minst 20 fólk vórðu dripin í El Paso.

Sambært blaðnum Dayton Daily News, fór skottilburðurin fram nærhendis einari barr í Dayton klokkan eitt lokala tíð í nátt -  klokkan seks í morgun okkara tíð.

Løgreglan fáorðað

Myndir, sum eru lagdar á sosialu miðlarnar, vísa fólk, sum renna fyri lívinum gjøgnum gøturnar eftir at ein maður byrjaði at skjóta eftir fólki nærhendis barrini.

– Maðurin, sum skeyt, er deyður eftir samanbrestir við løgregluna, sigur ein talsmaður hjá løgregluni sambært tíðindastovuni AFP.

Økið, har skottilburðurin í nátt fór fram, er kent fyri náttklubbar, barrir og handlar. Tað búgva umleið 145.000 fólk í Dayton, har vesturi í statinum Ohio.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595