Skot verða viðgjørd sum yvirgangur

Skot verða viðgjørd sum yvirgangur
Hópdrápið í El Paso í amerikanska statinum Texas í leygardagin verður viðgjørt sum yvirgangur
Samveldisløgreglan ger kanningar uttan fyri eina handilsmiðstøð í El Paso eftir ein skottilburð leygardagin
Mynd: AP  
 
05.08.2019 - 16:17

Hildið verður, at ein 21 ára gamal hvítur amerikanari skeyt frá hond og drap 20 fólk, og at skotini fyrst og fremst vórðu ætlað latínamerikanarum í USA.

Ákæruvaldið fer at krevja, at gerningsmaðurin verður dømdur deyðarevsing, sigur tíðindastovan hjá Ritzau.

 >> SÍ EISINI 20 fólk dripin í Texas

Donald Trump, forseti, sigur, at hatur eigur einki pláss í USA. Tað sigur hann eftir skottilburðirnar í Texas og Ohio um vikuskiftið.

Hetta má steðgast. Hetta hevur verið í landi okkara í fleiri ár, sigur forsetin.

Donald Trump sigur, at hann hevur tosað við samveldisløgregluna, FBI, William Barr, løgmálaráðharra, og limir í kongressini um, hvat kann gerast til tess at steðga slíkum skottilburðum í framtíðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325