600 fólk eru nú handtikin í Hong Kong

600 fólk eru nú handtikin í Hong Kong
Túsundtals mótmælisfólk savnaðust aftur um vikuskiftið í Hong Kong, hóast løgreglan hevur bannað mótmælisgongum
Túsundtals fólk í Hong Kong hava mótmælt um vikuskiftið. Uttanfyri løgreglustøðina svaraði løgreglan aftur við táragassi fyrr í dag
Mynd: Reuters  
 
11.08.2019 - 12:40

Túsundtals fólk savnaðust aftur um vikuskiftið í Hong Kong at mótmæla, at løgreglan bannar mótmælisgongum, sum annars hava verið hvørt vikuskifti síðani juni mánað.

Mótmælini hava verið ymsa staðni í Hong Kong um vikuskiftið, millum annað á flogvøllinum, uttanfyri løgreglustøðina og í Victoria Park.

Túsundtalsfólk savnast, eisini eldri fólk og barnafamiljur. Mótmælisfólkini krevja, at myndugleikarnir lurta eftir teimum og mótmæla harðskapi frá løgregluni. Tað skrivar Reuters.

Hava bannað mótmælisgongum

Mótmælini byrjaðu, tí forsetin í Hong Kong, Carrie Lam, kom við einum lógaruppskoti, sum loyvir útflýggjan av brotsmonnum til meginlandið í Kina.

Uppskotið varð seinni tikið aftur, tí fólk hava verið óð um lógaruppskotið, og tað hevur elvt til størstu og harðligastu mótmælini í fleiri áratíggju.

Løgreglan hevur nú bannað mótmælisgongum, sum hava verið hvørt vikuskifti síðani juni mánað, men tað forðar ikki fólkunum í at mótmæla.

Neyðugt at brúka táragass

Mótmælisfólkini fóru aftur út í gøturnar í Hong Kong um vikuskiftið, og løgreglan hevur tí brúkt táragass og handtikið fleiri fólk. Tilsamans 600 fólk eru handtikin síðani mótmælisgongurnar byrjaðu.

Útflýggjanarlógin fevnir um teir sjey milliónir íbúgvar í Hong Kong, umframt útlendingar og kinesiskar ríkisborgarar í Hong Kong.

Av mongum verður lógaruppskotið sæð sum ein hóttan fyri rættartrygdina í Hong Kong, sum er fyrrverandi bretskt hjáland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938