– Sannlíkindini fyri nýggjari avtalu góð

– Sannlíkindini fyri nýggjari avtalu góð
Bretski forsætisráðharrin sigur, at hann vónar at fáa eina nýggja avtalu í lag við ES um Brexit, tá toppfundur verður aftur í ES
Boris Johnson sigur nú, at sannlíkindini fyri, at Bretland fær eina nýggja avtalu við ES um Brexit, eru góð
 
03.09.2019 - 11:23

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sigur nú, at sannlíkindini fyri, at Bretland fær eina nýggja avtalu við ES um Brexit, eru góð, skrivar danska kringvarpið, DR.

Boris Johnson segði á tíðindafundi í gjár, at hann heldur, at ES er til reiðar at gera ein nýggja avtalu, tí Bretland fyrireikar seg til at fara úr evropeiska samveldinum við ongari avtalu 31. oktober.

Boris Johnson sigur, at hann vónar at fáa eina nýggja avtalu í lag, tá toppfundur verður aftur í ES. Hann ger samstundis greitt, at hann fer ongantíð at biðja ES um at útseta Brexit. Ikki øll eru sannførd um, at Boris Johnson fer at arbeiða fyri einari nýggjari avtalu við ES.

Labour og Konservativu arbeiða við uppskoti

–  Tað er greitt, at hann hevur onga ætlan um at fáa eina avtalu í lag. Hann er til reiðar at tveita Bretland út av eggini 31. oktober, og tað eigur hann ikki at sleppa, sigur fyrstiráðharrin í Skotlandi, Nicola Sturgeon. 

Andstøðuflokkurin Labour og konservativir parlamentslimir, sum eru ímóti, at Bretland skal fara úr ES við ongari avtalu, arbeiða við einum uppskoti, sum skal forða fyri, at Bretland fer úr ES, uttan so at ein avtala er gjørd frammanundan.

Bretskir miðlar gittu allan gjár, at Boris Johnson fór at útskriva parlamentsval, men tað vísir forsætisráðharrin aftur. Eg vil ikki hava val, og tað vilja tit heldur ikki, segði hann við tíðindafólk. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715