8 persónlig met í recurve fyri børn

8 persónlig met í recurve fyri børn
Ì dag var kapping í bogaskjóting fyri børn.
Frá vinstru: Miriam Haraldsen, Teitur Dalsgarð og Hans Elmar Poulsen
Mynd: Annika Vang  
 
30.11.2013 - 19:33

Ì dag skipaði felagið Vágaskot fyri kapping millum børn. Ellivu luttakarar skutu fyri tey trý feløgini, Tambar, Vágaskot og Ørvur.

Skotið var bert í recurve, og blivu ikki færri enn 8 persónlig met skotin. 

Ùrslitini í innleiðandi kappingini vóur hesi:

-Teitur Dalsgarð, Vágaskot (278+262) 540 stig
-Miriam Haraldsen, Vágaskot (188+223) 411 stig.
-Jógvan Petersen, Ørvur (194+189) 383 stig (persónligt met)
-Bjørn Sjúrður Pæturson, Tambar (203+174) 377 stig (personligt met)
-Jósup Henriksen, Vágaskot (182+170) 352 stig (persónligt met)
-Hans Elmar Poulsen, Vágaskot (164+178) 342 stig (persónligt met)
-Jóhan Pauli Pæturson, Tambar (186+140) 326 stig (persónligt met)
-Katrin Henriksen, Vágaskot (133+65) 198 stig (persónligt met)
-Tóra Dinna Reynskorð, Vágaskot (106+74) 180 stig (persónligt met)
-Josefina Eliasdóttir,Vágaskot (63+92) 155 stig (persónligt met)
-Guðjón Reynskorð, Vágaskot, noyddist at gevast nakað inni í seinna umfari, vegna skaða.

Ì 1/8 útilokingin vóru bert tveir dystir. Av tí at bert 11 luttakarar vóru, so blivu tey bestu sitað í fyrsta umfari. Hetta gjørdi at øll spældu í minsta lagi ein dyst.


Kappingin skipaði seg soleiðis:

Katrin-Tóra Dinna 3-7.
Jóhan Pauli-Josefina 7-1.

1/4 finalur:

-Teitur-Jósup 6-0.
-Hans Elmar-Miriam 2-6.

-Teitur-Tóra Dinna 6-0.
-Jósup-Bjørn Sjúrður 7-3.
-Jógvan-Hans Elmar 2-6.
-Jóhan Pauli-Miriam 0-6

1/2 finalur:

-Teitur- Jósup 6-0
Hans Elmar- Miriam 2-6

Bronsufinala:

-Jósup-Hans Elmar 0-6.

Finala:

-Teitur-Miriam 6-0.

Sostatt vann Teitur Dalsgarð sannførandi. Teitur er bert fjúrtan ára gamal, men er longu farin at skjóta við teimum vaksnu.
Ì morgin fara tey vaksnu at kappast í Havn, og tá fer Teitur Dalsgarð eisini at luttaka.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juli
Morgunlestur leygardagur 13. juli 2024
177414
Fríggjadag 12. juli
Vikuskiftið 12 juli 2024
177982
Fríggjadag 12. juli
Morgunlestur fríggjadagur 12. juli 2024
177413
Nýggjastu sendingar í SV