Illveður í Bretlandi

Illveður í Bretlandi
Aftur í kvøld kunnu bretar rokna við illveðri, ódn í hvirlunum og nógvum avfalli
 
14.02.2014 - 10:57

Rættuligt illveður hevur verið í Bretlandi í vetur, og aftur í kvøld lova veðurfólkini ódn.

Roknað verður við, at ringa veðrið eisini fer at raka útnyðringspartin av Fraklandi, áðrenn tað linkar, og kemur inn yvir Danmark í nátt.

Mikudagin var eisini illveður í Bretlandi, og nógvastaðni er vatnflóð, sum fólk ikki hava vitað um.

Hildið verður, at veðrið ikki hevur verið so ringt seinastu 250 árini.

Mikudagin var veðrið ringast í Wales, men í kvøld rakar ringasta veðrið syðra partin av Bretlandi.

Boðað verður frá nógvum vindi, í hvirlunum ódn. Tað fer eisini at regna illa.

Umleið kl. 10 í kvøld verður lágtrýst yvir Írlandi, og tað beinir nógvan vind og regn inn yvir syðsta partin av Bretlandi, sum sæst á veðurkortinum.

Ringa veðrið rakar eisini útnyðringspartin av Fraklandi, áðrenn lágtrýst í nátt fer inn yvir Norðsjógvin, og grynnist.

Av tí sama verður ikki so ringt í danmark, siga donsku veðurmenninir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776