Nýggjar friðarsamráðingar um Gaza

Nýggjar friðarsamráðingar um Gaza
Ísraelar og palestinar byrja nú nýggjar samráðingar, fyri at koma nærri eini varandi friðaravtalu í Gaza
Mikudagin verða nýggjar friðarsamráðingar tiknar upp í egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo, í royndini at koma nærri eini varandi friðaravtalu í Gaza
Mynd: AP

21.09.2014 - 09:45

Samráðingar verða mikudagin í egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo, skrivar tíðindastovan, AFP. Seinast, tá partarnir hittust við samráðingarborðið, varð semja gjørd um vápnahvíld í Gaza, sum hevur verið hildin síðan.

SÍ EISINI Vápnahvíld kanska ávegis í Gaza

Tann semjan varð gjørd 26. august, aftaná 50 dagar við friðartingingum millum Ísrael og stríðshugaðar palestinar í Gaza. Tá varð eisini avgjørt, at nýggjar samráðingar um frið í Gaza skuldu takast uppaftur í september, skrivar AFP.

Ísrael ikki váttað samráðingarnar

- Egyptaland hevur boðið eini palestinskari og eini ísraelskari sendinevnd at halda fram við friðarsamráðingunum í Kairo 24. september, sigur ein palestinskur embætismaður sambært tíðindastovuni.

Ísrael hevur enn ikki váttað upplýsingarnar um friðarsamráðingarnar. Tað hevur hinvegin ein dulnevndur talsmaður fyri Egyptaland gjørt fyri AFP.

Seinast, tá ófriður var í Gaza, lótu fleiri enn 2140 palestinar lív, meginparturin av teimum vóru sivil fólk. Á ísraelsku síðuni mistu 73 fólk tá lívið í ófriðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Radio Stjernekilde - Partur 2
208991
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
209013
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945