Melduródn herjar í Japan

Melduródn herjar í Japan
Í minsta lagi fýra fólk eru ikki komin afturíaftur, nú melduródnin Phanfone er komin inn yvir land í Japan
Ódnin Phanfone kom inn yvir land tíðliga í morgun, japanska tíð. Í minsta lagi fýra fólk eru ikki komin afturíaftur
Mynd: AP  
 
06.10.2014 - 11:19

<p>Trý av teimum eru amerikanskir hermenn. Teir vórðu tiknir út av briminum, tá teir tóku myndir av aldunum. Ein av hermonnunum er funnin deyður. Ein 21 ára gamal maður, sum stóð á brimfjøl, er er eisini horvin.</p>

<p>Ódnin kom inn yvir land tíðliga í morgun, japanska tíð. Um middagsleitið verður hon nærindis Yokohama, beint sunnan fyri høvuðsstaðin Tokyo. Vindferðin er umleið 180 kilometrar um tíman, 50 metrar um sekundið.</p>

<p>200.000 fólk har eysturi í Japan er flutt burtur, tí vandi er fyri skriðulopi og vatnflóð. 600 flogferðir eru eisini avlýstar. Melduródnin fer væntandi eisini at órógva bjargingararbeiðið eftir eitt eldgos 200 kilometrar vestan fyri Tokyo.</p>

<p>Eldgosið hevur kravt 51 mannalív, og leitað verður framvegis eftir fólki, sum ikki er komin afturíaftur.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776