Tollari funnin deyður á føroyskum skipi

Tollari funnin deyður á føroyskum skipi
Løgreglan í Noregi kannar í løtuni eitt deyðsfall, eftir at ein tollari varð funnin deyður umborð á føroyska skipinum, M/S Heidi
Ein norskur tollari í 50 árunum varð sunnukvøldið funnin deyður umborð á føroyska skipinum, M/S Heidi. Norska løgreglan kannar nú málið
Mynd: Kristian Eidesvik/NRK  
 
20.10.2014 - 08:29

- Mangt bendir á, at talan er um eina arbeiðsvanlukku. Tað er mest sannlíkt, at orsøkin, til deyðsfallið, er, at maðurin er dottin umborð, sigur Tron Kristiansen hjá løgregluni í Karmoy, sambært NRK Rogaland.

Í løtuni er ikki greitt, hvat hendi sunnukvøldið tá norski tollarin doyði umborð á M/S Heidi. Tí verða allir hugsandi møguleikar eisini kannaðir, men einki bendir kortini fyribils á eina brotsgerð, sigur innsatsleiðarin, Jarle Utne-Reitan, við vg.no

M/S Heidi er skrásett í Føroyum, men hevur sambært norsku løgregluni manning úr Litava ella Russlandi, skrivar Bergens Tidende. Tríggir tollarar vóru umborð á M/S Heidi, tá tollarin doyði sunnukvøldið.

Løgreglan í Noregi fekk fráboðan um deyðsfallið umborð á M/S Heidi klokkan 22:50 sunnukvøldið, skriva norskir miðlar. Øll manningin verður nú eisini avhoyrd í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923