Løgmaður kann ikki kanna øll mál hjá Anitu

Løgmaður kann ikki kanna øll mál hjá Anitu
Nógv spurnartekin eru og upp aftur fleiri myndugleikar bæði í Føroyum og í Danmark mugu kanna tey, um tey skulu kannast
Nógv spurnartekin eru sett við Anitu og reiðaríið. Løgmaður sigur, at hann hevur ikki heimild til at gera ein yvirskipaða kanning, sum svarar øllum spurningum.
 
27.10.2014 - 07:51

Løgmaður hevur onga yvirskipaða heimild at kanna øll viðurskifti hjá garnaskipinum Anitu. Tað mugu avvarðandi myndugleikar gera.

Og teir myndugleikarnir eru nógvir, teir eru níggju í tali, bæði føroyskir og danskir.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í svari til Gunvør Balle, løgtingskvinnu. 

Hon spurdi, um løgmaður hevði viljað sett kanning í verk, so almenningurin og løgtingið kunnu fáa heildarmynd og fullfíggjaða frágreiðing um, hvat er hent í málinum viðvíkjandi Anitu.

Men slíka kanning fær løgmaður ikki gjørt, tí hann hevur ikki heimildina, sigur hann í svarinum.

Sjey spurnartekin

Hann nevnir sjálvur sjey viðurskifti hjá Anitu, sum spurnartekin eru sett við. 

Tey eru: trygd á sjónum, lógin um vinnuligan fiskiskap, arbeiðs- og uppihaldsloyvi, leiðslan á Anitu, ognarrættarligu viðurskiftini og bygnaðurin í P/f Seta, sum eigur Anitu, skattligir trupulleikar og sosial dumping. 

Um skattligu viðurskiftini stendur í svarinum hjá løgmanni, at sagt hevur verið, at tey eru ullint. Millum annað
fær reiðarin onga løn, og P/f Seta hevur nógv minni vinning enn tilsvarandi feløg hava. 

Loyvið tikið fyribils 

Løgmaður hevur avgjørt at taka øll føroysk loyvi hjá Anitu at fiska fyribils, til dómur er fallin í málinum um seks brot á kunngerðina um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini.

Fútin ákærdi fyrr í ár reiðaran og skiparan á Anitu. Ikki er greitt enn, nær Føroya rættur fer at viðgera málið.

Sambært avgerðini hjá løgmanni skal Anita gevast at fiska á midnátt fríggjakvøldið. 

P/f Seta kann leggja avgerðina hjá løgmanni fyri Føroya rætt.    
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595