Fyrireika ferjusamband millum USA og Kuba

Fyrireika ferjusamband millum USA og Kuba
Amerikanska stjórnin hevur góðkent, at ferjur nú fara at sigla ímillum USA og Kuba. Og tað fegnast fólk um í báðum londunum.
 
07.05.2015 - 16:00

Tað er fyrstu ferð í meir enn hálvthundrað ár, at samband er við skipi ímillum londini.

Stríð hevur verið ímillum USA og Kuba síðani í 1961, tá táverandi amerikanska stjórnin setti amerikanskum fyritøkum forboð fyri at handla við Kuba. Samstundis kvetti amerikanska stjórnin alt samstarv við kommunistiska grannalandið, Kuba.

Tað er ikki greitt, hvussu nógv feløg ella hvussu nógvar ferjur fara at sigla ímillum londini, men stjórin í Havana Ferry Partners, Leonard Moecklin, sigur, at teirra felag hevur fingið loyvi at sigla ímillum londini.
Hann heldur, at tað hevði verið gott við eini skjóttgangandi ferju til 200 ferðafólk, at sigla ímillum Ket West í USA og Kuba, tí fólk vilja fegin vitja grannalandið, sigur hann.
Stjórnin í Kuba hevur kortini ikki enn góðkent nýggju farleiðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659