Høgravend stjórn í eygsjón í Ísrael

Høgravend stjórn í eygsjón í Ísrael
Forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, hevur gjørt samstarvsavtalu við høgraflokkin, Jødiskt Heim
 
07.05.2015 - 16:15

Hann hevði tveir mánaðir at skipa nýggja stjórn eftir valið, og tað eydnaðist í evstu løtu at fáa eina avtalu í lag við Jødiskt Heim.

Flokkarnir hava tilsamans 61 av teimum 120 sessunum í tjóðartinginum, Knesset, so talan er um minst møguliga meirilutan.

Formaðurin í Jødiskum Heimi, Naftali Bennett, hevur kravt, at allir átta tinglimirnir hjá flokkinum fáa ráðharrasess. Størsta stríðið hevur higartil verið um løgmálaráðið, har Jødiskt Heim vil hava ræðið á.

Nýggja stjórnin í Ísrael verður tann mest høgravenda, sum landið hevur havt í fleiri áratíggju, skrivar bretska blaðið, The Times

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659