Óvist hvussu nógv skal gjaldast í rentum

Óvist hvussu nógv skal gjaldast í rentum
Enn ber ikki til at siga, hvussu nógvar rentur, P/f Eysturoyar- og Sandoyartunlar skal rinda fyri fíggingina til báðar undirsjóvartunlarnar
Enn ber ikki til at siga, hvussu nógvar rentur, P/f Eysturoyar- og Sandoyartunlar skal rinda fyri fíggingina til báðar undirsjóvartunlarnar, felagið skal gera
 
15.05.2015 - 10:24

Veruligar samráðingar hava ikki verið enn við tey, sum vilja fíggja tunlarnar. Men ábendingar eru um, at felagið kann fáa fígging við lagaligum treytum, eisini rentutreytum.

Metingar um rentukostnað eru tær somu sum tær vóru, tá felagið P/f Eysturoyar- og Sandoyartunlar varð stovnað fyri einum ári síðani.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um rentukostnaðin fyri undirsjóvartunlarnar.

1,3 mia. í langtíðarløguætlan

Tingmaðurin spurdi eisini um atknýttar verkætlanir hjá Eysturoyartunlinum, tað eru vegir, sum skulu gerast. Jørgen Niclasen svarar, at P/f Eysturoyar- og Sandoyartunlar hava ábyrgd av at knýta Eysturoyartunnilin í verandi landsvegakervi.

Ongar atknýttar verkætlanir eru. Men, leggur landsstýrismaðurin so afturat, so hevur samgongan sett 1,3 milliardir krónur í langtíðarløguætlan til 2024 til nýggjar landsvegir og annað.

Summar av hesum verkætlanunum eru í ávísan mun knýttar at Eysturoyartunlinum og broytingini í ferðslumynstrinum, sum tunnilin fer at hava við sær, stendur í svarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846