Mursi dømdur til deyða

Mursi dømdur til deyða
Fyrrverandi forsetin í Egyptalandi, Mohammed Mursi, er dømdur til deyða fyri fongsulsuppreistur í 2011
 
16.05.2015 - 18:45

Ein egyptiskur dómstólur hevur dømt fyrrverandi forsetan Mohammed Mursi og 105 onnur til deyða fyri at hava eggjað til ein fongsulsuppreistur í 2011. Uppreisturin førdi til, at fangar flýddu og lupu á løgreglufólk.

Dómurin skal leggjast fyri ovasta átrúnaðarliga myndugleikan í Egyptalandi, stórmuftina, áðrenn hann kann verða settur í verk. Stórmuftin skal taka avgerð í málinum í seinasta lagi 2. juni.

 

Mursi hevur áður verið ákærdur og dømdur í fleiri málum, men er higartil sloppin undan deyðarevsing.

Muslimski Bróðurfelagsskapurin við Mursi á odda sat við valdið í Egyptalandi í 2011 og 12, men varð koyrdur frá við eitt hernaðarkvett í 2013.

 

Mursi situr í løtuni ein fongsulsdóm uppá 20 ár fyri dráp á mótmælisfólk uttan fyri forsetaborgina í Kairo í desember 2012.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233