Ikki fleiri avrættingar í Nebraska

Ikki fleiri avrættingar í Nebraska
Nú er liðugt at avrætta fólk í amerikanska statinum, Nebraska. Tað hava politikararnir gjørt av.
 
29.05.2015 - 07:22

Teir tóku avgerðina, hóast guvernørurin, Pete Ricketts, royndi at steðga ætlanini.

Pete Ricketts er republikanari, og tað er fyrstu ferð í 40 ár, at ein statur hevur strikað deyðarevsing, meðan ein republikanari er guvernørur.

Nú er harðasta revsingin í Nebraska fongsulsrevsing fyri lívið uttan møguleika fyri at verða latin leysur.

Tíggju fólk sleppa við lívinum

19 amerikanskir statir hava nú strikað deyðarevsingina.

Nebraska keypti annars útgerð herfyri at avrætta fólk við, tó at eingin er avrættaður í statinum síðani í 1997.

Tíggju fólk hava deyðadóm í Nebraska, og í staðin fyri at verða avrættað,  skulu tey nú sita fyri lívið.

Síðani í 2007 hava seks aðrir amerikanskir statir tikið av deyðarevsingina, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659