Flýddur við prógvum um óhugnaligar vápnaroyndir

Flýddur við prógvum um óhugnaligar vápnaroyndir
Ein norðurkoreanari skal vera komin vesturum við prógvum um, at Norðurkorea brúkar fangar til royndir við evnafrøðiligum og lívevnafrøðiligum vápnum
 
04.07.2015 - 14:47


Ein norðurkoreanari, ið er lívevnafrøðingur og serfrøðingur í biokemiskum vápnum, er flýddur. Við sær skal hann hava prógv um, at Norðurkorea ger royndir við kemiskum evnum í fangalegum, verður sagt.

47 ára gamli norðurkoreanarin, ið bert verður nevndur við eftirnavninum Lee, skal vera komin til Finlands um Filipsoyggjarnar 6. juni.

Við sær hevur hann prógv um royndir, ið gjørdar eru við menniskjum, og prógvini fara at verða løgd fyri Evropa-parlamentið seinni í hesum mánaðinum.

Orsøkin til at maðurin flýddi skal vera, at hann var ivasamur um sína egnu gransking, sigur ein kelda, ið hevur  samband við ein norðurkoreanskan mannarættindabólk. Tað skrivar suðurkoreanska tíðindastovan, Yonhap.

Finska blaðið Helsingin Sanomat hevur sett seg í samband við finska uttanríkisráðið, innanríkisráðið og finska útlendingastýrið, men eingin vil vátta ella avsanna upplýsingarnar um norðurkoreanaran.

 

Ljóðar trúligt

Helsingin Sanomat hevur tosað við amerikanska Norðurkorea-serfrøðingin Greg Scarlatoiu, sum eisini stendur á odda fyri mannarættindanevndini fyri Norðurkorea.

Hann heldur, at upplýsingarnar ljóða trúligar og samsvara við tað, hann áður hevur hoyrt um, at royndir verða gjørdar við fólki og evnafrøðiligum vápnum í norðurkoreanskum fangalegum.

Norðurkorea sigur seg EINGI evnafrøðilig vápn hava, men suðurkoreanska verjumálaráðið sigur, at Norðurkorea hevur bakteriur og virus - minst 13 sløg tilsamans - og teirra millum eru bæði miltbrandur og pokur.

Tað er ikki fyrstu ferð, at sagt verður frá óhugnaligum royndum í Norðurkorea.

Ein heryvirmaður, ið flýddi haðani einaferð í nítiárunum segði við enska blaðið The Telegraph í fjør, at hann í Norðurkorea sjálvur hevði sæð bæði børn og vaksin - ið bera brek - verða brúkt til royndir við bæði kemiskum og biokemiskum vápnum.

Enn hevur eingin tó kunna prógvað, at Norðurkorea ger slíkar royndir, men møguliga hevur norðurkoreanarin, ið skal vera komin til Finlands, prógvini við sær.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. november
Við Tórði á túri í Koltri (3:3)
183428
Mánadag 11. november
Norðurljóð: Oddur Joensen um SunnGiFU
183240
Mánadag 11. november
Góðan morgun Føroyar
183404
Mánadag 11. november
Morgunlestur mánadagur 11. november 2024
183330
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. november
3-2 (11. november 2024)
183443
Sunnudag 10. november
Guðstænasta úr Christianskirkjuni
183390
Sunnudag 10. november
Undansending: Ukraina - Føroyar
183391
Leygardag 9. november
Veðrið - teknmálstulkað
183337