Oljufelag funnið stórt gassøki

Oljufelag funnið stórt gassøki
Italska oljufelagið, ENI, sigur seg hava funnið eina gassleið í Miðalhavinum, sum kann vera størsta gassøkið, sum nakrantíð er funnið
 
01.09.2015 - 10:56

Leiðin er útfyri Egyptalandi, og talan er um stórar nøgdir av gassi.

Økið er 100 ferkilometrar til støddar og liggur á 1450 metra dýpi. Hildið verður, at um talan var um olju, so høvdu 5,5 milliardir tunnur av olju verið í økinum.

Stjórin í ENI sigur, at stóra nøgdin av gassi fer at broyta orkutørvin hjá Egyptalandi grundleggjandi.

ENI hevur øll loyv,i sum eru í økinum, og samstundis er felagið størsta oljufelagið, ið virkar í Afrika.

ENI hevur funnið aðrar stórar nøgdir av gassi í Miðalhavinum seinastu árini, eitt nú í ísraelska partinum av Miðalhavinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659