- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beyð flóttafólkum vælkomnum og spýtti eftir teimum

Hendingin á myndini, ið er farin sum skógareldur á sosialu miðlunum seinasta samdøgrið, fór fram við E47 motorvegin í Rødby í Danmark í gjár, skriva danskir miðlar.
Sambært Sigrid Nygaard - myndakvinnu hjá Information, ið tók myndina - spýtti maðurin eftir flóttafólkunum tá tey komu gangandi eftir motorvegnum, skrivar Information.
Tað er ikki bert myndakvinnan, ið sigur, at maðurin á myndini veruliga spýtti eftir flóttafólkunum. Kvinnan, ið er avmyndað saman við manninum, váttar eisini hendingina.
Greinin heldur fram niðanfyri
New div after blockquote
Øjenvidne bekræfter: Spytte-manden fik mig til at græde: http://t.co/T6ZFyQLWFP
— Information.dk (@informeren) September 8, 2015
Sjálvur noktar avmyndaði maðurin, at hann spýtti eftir flóttafólkunum, sum gingu á E47 motorvegnum á veg ímóti Svøríki í gjár, sum fleiri danskir miðlar hava skrivað, sambært BT.
Myndin hevur eisini loypt øði í fólk í Danmark, síðani hon kom á netið mánakvøldið, eftir at fleiri danskir politikarar hava deilt myndina, skrivar danska sjónvarpsstøðin, TV2.
New div after blockquoteI morgen bringer Information det her billede. En mand der står på en motorvejsbro og spytter på de flygtninge, der lige...
Posted by Johanne Schmidt-Nielsen on 7. septembur 2015
Útivið 2.000 fólk hava viðmerkt myndina og 2.700 onnur hava deilt uppslagið, ið Johanne Schmidt-Nielsen hjá Eindarlistanum legði á Facebook mánakvøldið.