Loysir seg betri at brúka gassolju enn tungolju

Loysir seg betri at brúka gassolju enn tungolju
Síðani Smyril kom til landið fyri tíggju árum síðani hevur brennievnið til høvuðsmotorarnar verið tungolja. Nú verður kortini skift til gassolju
Smyril hevur brúkt tungolju til høvuðsmotorarnar síðani hann kom til landið fyri tíggju árum síðani. Nú verður skift til gassolju, tí tað loysir seg betri
 
27.11.2015 - 11:21

Tungoljan hevur ikki hóskað optimalt til rakstrarmynstrið hjá Smyrli. Túrarnir eru nógvir og stuttir og uppstartir og afturlatingar nógvar. Hetta hevur slitið upp á útgerðina og kravt nógv viðlíkahald og eykalutir.

Tungoljan er sum heitt asfalt at arbeiða við, antin hon er upphita ella niðurkøld, og til komandi dokking av Smyrli í Danmark í februar 2017 hevði stór og umfatandi tangareinsing verið eitt krav.

Dálkandi útlátið í tungoljuni er munandi, og herðing av altjóða krøvum til svávultvíiltuútlát hava við sær, at í ár 2020 er seinasta freist hjá Smyrli at gevast við at brúka tungolju.

Tungolja longu bannað í fleiri grannalondum

Londini rundan um okkum hava longu sett avmarkingar í verk um brúk av tungolju og er tað stutt sagt ikki longur loyvt at gera brúk av tungolju í teirra nærumhvørvi.

Hóast tungolja vanliga er bíligari enn gassolja, hava SSL mett og roknað seg fram til, at við verandi prísum umframt nevndu fyrimunum og vansum, er hetta lagaliga løtan at fremja skiftið.

Torført er at siga júst, hvussu stór sparingin er í viðlíkahaldi og eykalutum fyrsta árið, tí hetta árið verður eitt royndarár. Talan verður tó helst um minst hálva til heila millión krónur.

Hava longu keypt alla oljuna til 2016

Undanfarin ár hava sveiggjandi oljuprísir tíðum órógvað fíggjarstýringina, og tí hevur ynskið um fastlæstar prísir ofta verið frammi. SSL hava tí keypt alla oljuna fyri 2016 til ein fastan prís, sum er munandi lægri enn prísurin keypt verður fyri í dag.

Við at keypa eina stóra mongd av gassolju fyri ein fastan prís fæst eisini fyrimunurin av stórkeypsprísinum at fevna um Teistan, Ternuna og hini smærri skipini.

Hilmar Eliasen, stjóri, sigur, at hann fegnast stórliga um at henda umlegging nú gerst veruleiki, og at SSL kann geva sítt íkast til tann almenna grønorkupolitikkin, har skipaferðslan helst er hin mest avbjóðandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. februar
RagnarRokk:Marius Karlsen um Obsidian Cult
204924
Fríggjadag 27. februar
Breddin: Politisku ungmannafeløgini og valini
204931
Fríggjadag 27. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Adrenaline
204922
Fríggjadag 27. februar
RagnarRokk: Samuel Ervin Beam um Hen´s Teeth
204876
Fríggjadag 27. februar
Morgunlestur fríggjadagur 27.februar 2026
204599
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735
Hósdag 26. februar
Bjarki: Summar
204811