Føroyingar halda seg hava góða heilsu

Føroyingar halda seg hava góða heilsu
Flestu føroyingar halda seg hava góða heilsu, er fyribils niðurstøðan í fólkaheilsukanning hjá Fólkaheilsuráðnum
Allarflestu føroyingar halda seg hava góða heilsu, serliga tey við hægri útbúgving. Tað er niðurstøðan sambært fyrstu svarunum, Fólkaheilsuráðið hevur gjøgnumgingið í fólkaheilsukanning
 
04.01.2016 - 14:04

Allarflestu føroyingar halda seg hava góða heilsu, serliga tey við hægri útbúgving. Og 30 prosent hava ikki drukkið rúsdrekka seinasta árið.

Tað vísir spurnarkanningin, sum Fólkaheilsuráðið gjørdi í heyst av heilsustøðuni hjá føroyingum. Ein trupulleiki við kanningini er tó, at svarprosentið er so lágt.

Tað vísa tey fyrstu úrslitini av fólkaheilsukanningini "Hvussu hevur tú tað", sum Fólkaheilsuráðið í fjør skipaði fyri. Fólkaheilsuráðið sendi í summar eitt rúgvusmikið spurnarblað út til 4.559 føroyingar, sum vórðu tilvildarliga vald úr Landsfólkayvirlitinum.

Vælútbúgvin lata væl at

Fólkaheilsuráðið hevur gjørt nøkur av svarunum upp, og sambært teimum, so stendur ikki so illa til viðvíkjandi heilsustøðuni hjá føroyingum.

Heili 75 prosent av føroyingum halda seg hava góða ella stak góða heilsu. Serliga eru tað fólk við langari útbúgving, sum lata væl at heilsuni, sammett við tey, sum hava stutta útbúgving. Eldri fólk gerast, verri lata tey at heilsuni.

Fólkaheilsuráðið hevur eisini spurt um onnur viðurskifti, millum annað royking, rúsdrekkanýtslu, kropsliga venjing, vekt, sjúku og kynslív.

Nógvir føroyingar drekka ikki

Viðvíkjandi rúsdrekka, so sær tað út til, at lutfalsliga nógvir føroyingar ikki smakka sær á. Tá fólk vóru spurd um tey hava drukkið alkohol teir seinastu 12 mánaðirnar, svara 30 prosent, at tað hava tey ikki.

Tað vil siga næstan ein triðingur av øllum føroyingum yvir 18 ár hevur slettis onki rúsdrekka drukkið í eitt ár. Og ikki nóg mikið við tí.

Tað sær heldur ikki út til at fólk taka so rívan til, tá tey drekka. 59 prosent svara, at tey sjáldan drekka meira enn fimm alkoeindir við sama høvi.

Fimti hvør roykir hvønn dag

Og so er tað roykingin. Har siga 19,1 prosent, at tey roykja hvønn dag. Hetta er nakað meira enn í Danmark, har 17 prosent roykja hvønn dag. Kanningin vísir, at tað eru tey 25 til 34 ára gomlu, sum roykja mest.

Men spurningurin er, hvussu nógv hesi úrslitini hjá Fólkaheilsuráðnum kunnu brúkast til. Tí bara 48,2 prosent av teimum, sum fingu spurnarblaðið sendandi, hava svarað tí.

Serliga eru tað menninir, sum hava verið trekir at svara spurningunum. Bara gott 41 prosent av monnunum og 56 prosent av kvinnunum hava svarað spurnarblaðnum, sum fevnir um 112 spurningar á tilsamans 38 síðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jólakonsert úr SALT (2:2)
149967
Mikudag 25. desember
Jól við Løkin 1:2
185547
Mikudag 25. desember
Brotið
185554