Stúra fyri støðuni í fleiri býum

Stúra fyri støðuni í fleiri býum
Ein samskipari hjá ST sigur seg stúra fyri støðuni í fleiri sýriskum býum, har uppreistrardeildir hava valdið, og fólkini hungra
Neyðhjálp kom í gjár til sýriska býin, Madaya. ST stúrir nú eisini fyri støðuni í fleiri øðrum býum í Sýria, har fólk ikki fáa mat
Mynd: The International Committee of the Red Cross  
 
12.01.2016 - 10:21

Neyðhjálparfólk sum í gjár komu til sýriska býin, Madaya, siga fra nógvum svongum fólkum, sum ikki hava fingið nóg mikið at eta í langa tíð.

Tað upplýsir Yacoub El Hillo, sum fyri ST samskipar hjálpararbeiðið í borgarakrígsherjaða landinum. Stjórnardeildir hjá Assad, forseta, hava valdið í Madaya.

SÍ EISINI Neyðhjálp á veg til svøltandi sýrar

Samskiparin hjá ST sigur seg stúra fyri, at støðan í tveimum øðrum býum, Foua og Kafyra, er líka ring sum í Madaya. Í teimum býunum hava uppreistrardeildir valdið.

ST roknar við, at minst 400.000 fólk í Sýria ikki hava nóg mikið til matna, tí tey búgva í økjum sum eru kringsett av ymsum herdeildum.

Læknar uttan landamark hava upplýst, at minst 32 fólk í Madaya eru deyð í hungri seinastu tíðina. Umleið 42.000 fólk búgva í Madaya og tey fingu neyðhjálp í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659