Útbúgving ger av hvussu nógv børnini sleppa hetta

Útbúgving ger av hvussu nógv børnini sleppa hetta
Børn hjá foreldrum við stuttari útbúgving brúka meira tíð við skíggjan, er niðurstøðan í svenskari kanning
Hevur tú eina stutta útbúgving, er sannlíkt, at barnið hjá tær sleppur at brúka meira tíð við skíggjan enn hjá foreldrum við langari útbúgving
 
20.01.2016 - 11:28

Hevur tú eina stutta útbúgving, er sannlíkt, at barnið hjá tær sleppur at brúka meira tíð við skíggjan enn hjá foreldrum við longum útbúgvingum.

Børn hjá foreldrum, ið hava langa útbúgving, brúka minni tíð við skíggjan enn børn hjá foreldrum við stuttari útbúgving.

Tað er niðurstøðan í eini kanning, svenski miðlastovnurin, Statens medieråd, hevur gjørt og eisini kunngjørt, sambært danska blaðnum, Politiken.

Greinin heldur fram niðanfyri

Kelda: Ungar & medier 2015: demografi, Statens medieråd (flyt músina yvir stabbarnar fyri útgreinað tøl)

Foreldur við akademiskum ella longum útbúgvingum seta í størri mun mark fyri miðlanýtsluna hjá børnunum enn fólk við stuttum útbúgvingum.

- Foreldur við longum útbúgvingum hava øðrvísi hugburð til miðlarnar, sigur Ulf Dalquist, granskingarleiðari hjá Statens medieråd, við Politiken.

Tað er eisini meiri vanligt, at børn hjá foreldrum við stuttum útbúgvingum hava sjónvarp á kamarinum vísir kanningin.

 

Foreldur við stuttum útbúgvingum seta lægri krøv til miðlanýtsluna hjá børnunum, er niðurstøðan í svenskari kanning

Posted by Kringvarp Føroya on 20. Januar 2016

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541