Kanning um korrupsjón liðug í 2017

Kanning um korrupsjón liðug í 2017
Um eitt ár fæst fyri fyrstu ferð at vita, hvussu er statt við korrupsjón í Grønlandi samanborið við onnur lond. Kanningarnar eru longu gjørdar
Kanningar eru longu gjørdar, men hetta er fyrstu ferð, at korrupsjónin í Grønlandi kann samanberast við korrupsjón í øðrum londum
 
02.02.2016 - 11:16

Grønland er komið langt við at gera sína egnu deild í Transparency International, sum kannar og kunnger korrupsjónina, mutur og rotinskap, í heimsins londum.

Kanningar eru longu gjørdar, men hetta er fyrstu ferð, at korrupsjónin í Grønlandi kann samanberast við korrupsjón í øðrum londum.

SÍ EISINI Vilja hava meira gjøgnumskygni fyri makrelkvotur

Grønlendska kringvarpið, KNR, sigur, at okkurt um 1000 fólk í Grønlandi verða spurd, hvat tey vita og halda um korrupsjónina í landinum.

Ein altjóða viðurkendur greiningarstovnur ger spurningarnar og ringir til 1000 fólk í Grønlandi at spyrja um korrupsjón. Úrslitini verða almannakunngjørd fyrst í 2017.

Danmark minst korrupta landið

Fjórða árið á rað kann Danmark breggja sær av at vera heimsins minst korrupta land. Danmark fekk 91 av 100 stigum í vigingini hjá Transparency International.

Einki annað land, tey eru 168 í tali, fekk betri próvtal enn Danmark. Føroyar eru ikki við í hesum metingum.

Í Føroyum eru heldur ongar royndir gjørdar at fáa okkara deild í Transparency International, so eisini Føroyar koma á árligu korruptiónsvektina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678