Grikkaland klárar ikki øll flóttafólkini

Grikkaland klárar ikki øll flóttafólkini
Í løtuni eru næstan 20.000 flóttafólk strandað í Grikkalandi, tí Makedonia og onnur Baltalond hava stongt marknaliðini
Umleið 20.000 flóttafólk eru í løtuni strandað í Grikkalandi, tí Makedonia og onnur Baltalond hava stongt marknaliðini. Á myndini koma flóttafólk á land á griksku oynni Lesbos
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
26.02.2016 - 11:52

Á markinum millum Grikkaland og grannalandið Makedonia bíða nærum 3.000 flóttafólk. Men bara 100 sleppa um markið um dagin.

Í løtuni eru næstan 20.000 flóttafólk strandað í Grikkalandi, tí Makedonia og onnur Balkanlond hava stongt marknaliðini. Tað hevur fingið øði í grikska migratiónsráðharran, Ioannis Mou-zalas.

SÍ EISINI Talið á flóttafólkum fer um milliónina

- Vit kunnu ikki góðtaka, at Grikkaland verður eitt nýtt Libanon í Evropa, ein goymsla av sálum, sigur Ioannis Mou-zalas.

Í høvuðsstaðnum, Athen, arbeiðir Dan Biswas sum samskipari fyri felagsskapin Faros, ið merkir "viti" á grikskum. Faros-verkætlanin hjálpir einsamøllum flóttafólkabørnum.

Stórt trýst á Grikkaland

- Nógv trýst er á okkum í løtuni. Í ár eru fyribils komin 101.000 flóttafólk og migrantar til Grikkalands, sigur Dan Biswas.

Móttøkustøðini í Grikkalandi eru á tremur, tí Makedonia hevur stongt marknaliðini, sigur samskiparin hjá felagsskapinum Faros sambært dr.dk

4.000 flóttafólk koma hvønn dag við gomlum søkkladnum dangum úr Turkalandi til griksku oyggjarnar. Einki bendir á, at flóttafólkastreymurin steðgar í bræði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581