Vápnahvíldin brotin

Vápnahvíldin brotin
Vápnafriðurin í Sýria byrjaði leygarnáttina, men longu fyrrapartin í dag, varð boðað frá fleiri skot- og bumbuálopum millum báðar partar
Friður var í gøtunum í Aleppo í nátt
Mynd: KARAM AL-MASRI/AFP  
 
27.02.2016 - 13:54

Hetta skrivar norska heimasíðan hjá NRK. Um midnáttarleitið tagnaðu vápnini úr Damaskus fyri sunnan og Aleppo norðarlaga í Sýria. Friður valdaði, og fólk sóust koma út á gøturnar at njóta friðin.

Fyrrapartin boðaði uppreistrarbólkurin Jaish al-Islam, at stjórnarhermenn hava skotið eftir uppreistrarherliðunum. Stjórnarkjeldur siga, at tað eru uppreistrarmenninir, sum hava blakað 10 granatir inn í miðbýin i Damaskus.

Og norðaliga í landinum boða kurdisk herlið frá ógvisligum samanbrestum við IS í økinum Tel Abyad tætt við turkalandsmarkið. Hetta verður tó ikki roknað sum brot á vápnafriðin, tí henda avtala umfatar ikki IS ella El Nusra-hernaðarmarkið. Hesi verða roknað sum yvirgangsfólk og eru ti ikki umfatað av vápnahvíldini.

Henda vápnahvíldin er fyrsta av sínum slag í stríðnum, sum hevur kravt 270.000 mannalív síðan 2011 og helvtin av øllum fólkunum i Sýria eru flýggjað úr Sýria.

Bashar al-Assad, forseti og kurdisku hernaðarliðini hava játtað at halda vápnahvíldina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659