Svenskir pengaseðlar í søguna

Svenskir pengaseðlar í søguna
Tríggir svenskir pengaseðlar verða ógildaðir í summar. 74 milliónir brúktir pengaseðlar fara úr gildi
30. juni í summar fara tríggir svenskir pengaseðlar úr gildi. Nýggir seðlar koma í oktober
 
01.03.2016 - 10:31

Liggur tú inni við svenskum pengaseðlum, so er at leita teir fram og veksla. 30. juni í ár fara tríggir svenskir pengaseðlar í søguna.

20, 50 og 1000 krónuseðlarnir verða ógyldaðir, upplýsir svenski tjóðbankin, Riksbank, í tíðindaskrivi.

74 milliónir brúktir pengaseðlar, ið eru verdir til samans 4,3 milliardir svenskar krónur, 3,4 milliardir danskar, fara úr gildi.

Nýggir seðlar koma í oktober

Fleiri møguleikar eru fyri, hvussu tú sleppur av við gomlu seðlarnar. Tú kanst veksla teir til annað gjaldoyra, ella tú kanst seta teir inn á kontu í peningastovni.

Velur tú triðja møguleikan, at brúka peningin, er evsta markið 30. august í ár. Eftir tað kanst tú ikki gjalda við peninginum.

Í oktober setur svenski tjóðbankin nýggjar 100 og 500 krónuseðlar í umfar og nýggjar eitt-, tvey- og fimmkrónur. Gomlu 1-, 2- og 5-krónurnar fara úr gildi 30. juni næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678