Amerikonsk stríðsflogfør aftur í Keflavík

Amerikonsk stríðsflogfør aftur í Keflavík
Amerikanarar senda fýra Eagle-stríðsflogfør til flogstøðina í Keflavík, sum læt aftur í 2006. Orsøkin er økta kavbátavirksemið hjá Russlandi
Amerikanska sjóverjan hevur biðið um at fáa 21 milliónir dollarar til Keflavík-støðina í Íslandi. Fýra stríðsflogfør skulu hava støð á flogvøllinum
Mynd: NATO  
 
19.04.2016 - 09:11

NATO upplýsir, at amerikanska sjóverjan hevur biðið um at fáa 21 milliónir dollarar til Keflavík-støðina í Íslandi orsakað av økta kavbátavirkseminum hjá Russlandi.  

Í farnu viku upplýsti NATO, at fýra F-15C Eagle-flogfør verða send til Íslands. Amerikonsku stríðsflogførini skulu hava støð í Keflavík.

Hert eftirlit við havøkinum

Stríðsflogførini skulu hjálpa til við at halda íslendska luftrúmið trygt, stendur í tíðindaskrivi frá høvuðsstøðini hjá NATO.

Økta virksemið hjá Russlandi norðan fyri Ísland hevur elvt til størri eftirlit við havleiðunum millum Grønland, Ísland og Bretland.

Russisku kavbátarnir hava langtberandi vápn, ið eru sera neyv, og russisk langtberandi bumbumflogfør hava eisini flogið norðanfyri, skrivar norska TV2.

Einki virksemi í 10 ár

Í november flugu tvey russisk TU-160 Blackjack-flogfør yvir norsku strondini móti Íslandi, áðrenn tey settu kós móti Gibraltar og síðani víðari til Sýria við krússararakettum í lastini. 

Í Keflavík fer USA at uppstiga hangarin til eisini at kunna hýsa einum eftirlitsflogfari. Í 2006 løgdu amerikanarar Keflavík-støðina niður. Nú verður støðin mannað við 160 starvsfólkum.

Undir Kalda Krígnum hevði støðin í Keflavík stóran týdning fyri USA og NATO, og nærum 5.000 amerikanarar vóru á støðini í Keflavík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762