- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lívlangt fongsul fyri fólkadráp
Ein 61 ára gamal svenskur ríkisborgari er í dag dømdur lívlanga fongsulsrevning fyri at hava givið boð um at hakka túsundtals fólk til deyða undir fólkadrápinum í Ruanda í 1994.
Claver Berinkidi, sum maðurin eitur, hvarv úr Ruanda eftir fólkadrápið og kom seinni undan kavi í Svøríki. Sambært dóminum hevur Berinkidi givið á oddi fyri einum bólki, sum bardi og hakkaði túsundtals ósek fólk - teirra millum kvinnur og børn - til deyða.
Álvarsligasta lógarbrotið nakrantíð
Ritzau tíðindastovan skrivar, at talan er um tað mest álvarsama lógarbrot, sum nakrantíð hevur verið fyri í svensku rættarskipanini.
Fleiri enn 900.000 tutsar og hóvligir hutuar vórðu dripnir í Ruanda í 1994.