Evropeiska samstarvið stendur fyri hóttafalli

Evropeiska samstarvið stendur fyri hóttafalli
Fer Bretland úr ES, stendur evropeiska samstarvið fyri hóttafalli. Tað sigur svenski uttanríkisráðharrin, Margot Wallstrom
 
12.06.2016 - 14:55

Margot Wallstrom, svenski uttanríkisráðharrin, væntar, at onnur limalond fara eisini at taka støðu til limaskapin í ES, um bretar atkvøða fyri at fara úr ES tann 23. juni. Tí kann fólkaatkvøðan í Bretlandi fáa álvarsamar avleiðingar fyri evropeiska samstarvið, heldur hon.

Men í Brússel skulu tey bróta upp úr nýggjum, sama, hvat úrslitið verður í Bretlandi tann 23. juni.

- Verður Bretland verandi í evropeiska samstarvinum við teimum framíhjárættindinum, sum bretska stjórnin hevur samrátt seg til, vilja onnur lond eisini hava framíhjárættindi, sigur svenski uttanríkisráðharrin við BBC.

Hon heldur, at evropeiska samstarvið skal umrøða støðuna og umskipa bygnaðin, um felagsskapinum skal vera lív lagað. Sjálv vónar Margot Wallstrom, at Bretland verður verandi partur av ES.

Í bretsku veljarakanninginum stendur á jøvnum millum tey, sum vilja verða verandi í ES, og tey, sum vilja sleppa burtur úr samstarvinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659