Trump biður um pengar í Íslandi

Trump biður um pengar í Íslandi
Nakrar altingskvinnur í Íslandi hava fingið teldupost frá Donald Trump, har sum hann biður tær stuðla sær við pengum
 
22.06.2016 - 08:45

Donald Trump, sum ætlar at gerast forseti í USA, biður nú um pengar frá íslendskum tingfólkum, skrivar íslendski tíðindamiðilin, Nútíminn á netinum.

Nakrar altingskvinnur hava fingið teldupost frá Donald Trump, har sum hann biður tær stuðla sær við pengum, og so skal hann sjálvur rinda eins nógv og hann fær frá teimum, skrivar miðilin.

Fleiri tingkvinnur fingið áheitan

Katrín Jak­obs­dótt­ir, forkvinna í flokkinum Vinstri grøn, sigur seg vóna, at hon ikki er tann einasta, sum hevur fingið teldupost frá Trump, tí, sum hon sigur, so eri eg á onkrum løgnum lista.

Men ein onnur tingkvinna floksins, Bjarkey Ol­sen Gunn­ars­dótt­ir, og ein tingkvinna hjá íslendska stjórnarflokkinum, Framsóknarflokkinum, hava eisini fingið teldupost frá Trump.

Tingkvinna Framsóknarfloksins, Vig­dís Hauks­dóttir, er forkvinna í fíggjarnevndini hjá altinginum. Nútíminn hevur teldupostin, sum forkvinnan hjá teimum Vinstru grønu fekk frá Trump, og hann tykist vera ektaður.

Donald Trump farin undir innsavning

Harafturat er Donald Trump farin undir eina innsavning, nú hann er komin eftir, at Hillary Clinton hevur nógvar ferðir fleiri pengar til valstríðið enn hann hevur.

Men teldupostarnir til íslendsku tingkvinnurnar kann koma Trump aftur um brekku, um teir veruliga eru frá honum, tí í USA er ólógligt, at valevni biðja um pengar uttanlands.

Sambært miðlinum Politico hevur Hillary Clinton nú 275 milliónir krónur til sítt valstríð, Donald Trump hevur bara slakar níggju milliónur krónur at føra valstríð fyri.

Óvist, hvat hann veit um íslendskan politikk

Líkt er tó til, at Donald Trump ikki veit nógv um íslendskan politikk, tí hansara politikkur hevur neyvan nakað felags við poltikkin hjá teimum Vinstri grønu í Íslandi.

Katrín Jak­obs­dótt­ir sigur eisini, at hon fer ikki at senda Donald Trump pengar.

- Eg kann ikki siga, at hansara sjónarmið hugtaka meg. Hanara valstríð er ikki vert at stuðla, sigur hon við Nútímann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659