Guðni Th. Jóhannesson nýggjur forseti í Íslandi

Guðni Th. Jóhannesson nýggjur forseti í Íslandi
Guðni Thorlacius Jóhannesson vann forsetavalið í gjár við greiðum meiriluta, hóast lítil munur var millum Guðni Jóhannesson og Hallu Thomasdóttir
Gvøðni Th. Jóhannesson nýggjur forseti í Íslandi
 
26.06.2016 - 10:02

Guðni Thorlacius Jóhannesson vann forsetavalið í gjár við greiðum meiriluta. Men tá tølini frá teimum fyrstu valstøðunum vóru komin, tóktiskt tað, sum tað fór at verða eitt sera spennandi forsetaval, tí tað var ógvuliga stutt millum Guðni Jóhannesson og Hallu Thomasdóttir. Men sum frá leið, gjørdist størri munur.

Guðni Thorlacius Jóhannesson vann við 38,9 prosent av atkvøðunum, meðan Halla Thómasdóttir fekk 28,2 prosent.Níggju fólk stillaðu upp til forsetavalið í Íslandi. Fyrrverandi forsætisráðharrin, Davíð Oddson, fekk 13,2 prosent av atkvøðunum. 174.592 íslendingar greiddu atkvøðu á forsetavalinum.

Í síni fyrstu røðu sum forseti takkaði Guðni fyri stuðulin og segði seg vilja arbeiða fyri at savna tjóðina og fólkið aftur, sum tey hava uppiborið. Tað eru 20 ár síðani seinasta forsetaskiftið í Íslandi. Ólafur Ragnar Grímsson sat fimm forsetaskeið. Nýggi íslendski forsetin fyllir 48 ár í dag og er søgufrøðingur. Hann hevur ongantíð arbeitt í politikki fyrr.

Guðni Thorlacius Jóhannesson er sætti forseti í Íslands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852